Um okkum

Tað er mín fatan, at øll menniskju hava rætt til at trívast bæði privat og í sínum starvi. Øll kunnu vit geva okkara íkast til, at vit sjálvi og starvsfelagar okkara trívast. Sum leiðari er tað eisini okkara skylda at tryggja trivnað á arbeiðsplássinum. Júst trivnaður er ein fortreyt fyri menning og fyri at skapa úrslit.

Var talan um eina maskinu sum framleiddi, so hevði eingin sett spurnartekin við, at maskinan skuldi smyrjast og viðlíkahaldast. 

Tað hevði verið ein sjálvfylgja at farið var væl um amboðið og at dagføringar vóru framdar.

Nú kunnu menniskju sjálvandi ikki samanberast við maskinur, men samanberingin kann í ávísan mun brúkast, tá ið talan er um starvsfólkarøktina.

Í stuttum byggir okkara virksemi seg á fatanina, at starvsfólkini eru týðningamesta tilfeingið á øllum arbeiðsplássum, tí hesi skapa í seinasta enda virðini. Tí er tað umráðandi at finna seg væl tilrættis í starvinum og í felagsskapinum við sínar starvsfelagar. Fyri at røkka góðum úrslitum, er neyðugt við einum toymið, sum er samansett av fólki við hóskandi eginleikum og førleikum, sum saman megna at draga somu línu og at tryggja eitt gott arbeiðslag. 

Endamálið við starvfólkadegnum er at samansjóva starvsfólk og toymir, og soleiðis stuðla undir førleikan til at skapa góð úrslit gjøgnum eina vælvirkandi og sterka eind við góðum relatíonum. Málið er, at tey í størri mun koma at kenna styrkir og eginleikar hvør hjá hvør øðrum. Hettar kann skapa betri innlit og forstáilsi fyri uppgávunum í gerandisdegnum hvør øðrum og soleiðis stuðla einum góðum felags úrsliti.

Íblásturin til at skipa ein starvsfólkadag, sum hóskar júst til tykkara, kemur frá fleiri ára royndum sum leiðari og starvsfólkaleiðari. Virksemið og aktivitetirnir í Team Building taka somuleiðis støði í míni Cand. Merc. útbúgving og lesnaði innan Diplom í leiðslu. Eisini mítt frítíðarlív og fríluftslív, mynda í stóran mun fjølbroyttu tilgongdina til at skipa ein vælvirkandi starvsfólkadagar.  

Aktivitetirnir avspegla ofta støður og avjóðingar í arbeiðsdegnum hjá tykkum, tó klæddar í ein øðrvísi, avbjóðandi og stuttligan ham.

Lyklaorð sum samstarv, samskifti, dirvi, samskipan, raðfesting, úrslit, hugflog og leiðsla ganga aftur í aktivitetinum.

Vit hava royndir at skipa fyri størri, sum smærri, starvsfólkadøgum og tiltøkum. Síðan 2010 hava vit samstarva við fyritøkur og stovnar við alt frá 10 til 300 luttakarum. 

Um tit hava áhuga at hoyra meira, so setið tykkum endiliga í samband við okkum.


Vinarliga

Hans Albert Hansen  tlf 505133