Virksemið

Starvsfólkadagur, evnisdagur og teambuilding

Hava tit hug til ein gevandi og øðrvísi starvsfólkadag, so kunnu vit bjóða tykkum hetta. Við stuttligum, avbjóðandi og spennandi aktivitetum og kappingum, verður ljós varpað á toymisarbeiði og úrslit.

Teambuilding byggir á fatanina um, at starvsfólkini eru tykkara mest týðandi tilfeingið.

Endamálið er at kveikja samskifti og forstáilsi millum persónar og deildir, so stuðlað verður undir, at arbeiðið hjá hvørjum øðrum verður sætt og virðismett. 

Miðað verður eftir, at tit sum bólkur verða samansjóðaði, so tykkara felags mál og úrslit verða lættari at røkka.

Vit kunnu bjóða nógvar ymiskar aktivitetir, sum spenna frá smáum uppgávum til meira krevjandi aktivitetir. Málið er at geva luttakarunum øðrvísi avbjóðingar, sum seta krøv til:

samstarv, samskifti, dirvi, samskipan,

raðfesting, hugflog, leiðslu og úrslit 

Fyri at tryggja ein væleydnaðan starvsfólkadag og eitt gott úrslit, verður dagurin lagdur til rættis í tøttum samstarvi við tykkum.

Formurin og innihaldið av degnum annars, verður tillagað hvønn einstaka bólk, og fyrilit verða altíð tikin fyri aldri, førleika, arbeiðsøki, o.ø. um neyðugt.

Dagurin kann haldast nógvastaðni. Í Havnini hava vit onkuntíð skipað dagin út frá Norðurlandahúsinum, Hoydølum, Hotel Føroyum, ella vit hava ferðast runt til ymsar perlur og "goymd" støð í Havnini.

Hava tit áhuga í at hoyra meira, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum. Í tráð við tykkara ynskir, gera vit fegin eitt upplegg til ein starvsfólkadag.