Nýtt - Teambuilding í Tindhólmi 14. juni

Her er ein einastandandi møguleiki hjá tykkum at uppliva ein ógloymandi og serstakan starvsfólkadag við teambuilding úti í Tindhólmi. 

Skipað verður fyri einum sertúri út í Tindhólm fríggjadagin 14. juni við bátunum hjá aview2sea um morgunin og innaftur tíðliga um kvøldi.

Ein partur av degnum verður skipaður við eini hugnaligari og stuttligari kapping, har tit sleppa runt á oynni. Tit verða koyrd í bólkar við 4-6 luttakarum í hvørjum, sum fara at dystast og loysa ymsar øðrvísi og stuttligar uppgávur og aktivitetir. 

Høvi verður at njóta vøkru náttúruna við staðkendum ferðaleiðara.

Møguleiki verður eisini fyri at sýða og svimja, hjá teimum iið tora og troysta sær tað.

Alt hettar verður sjálvandi kryddað við góðum mati á ferðini.

MEN luttakaratalið er avmarkað, so tekningin fer fram eftir "først til mølle" princippinum